- Kanska hevur onkur lagt til merkis, at skeltið hjá kommununi, sum stendur frammanfyri kommunuskrivstovuna, er nýmálað og lýst upp við ljósi.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Vist verður á, at skeltið trongdi til eina kerliga hond, og í desember varð skeltið tikið niður. Tá varð tað reinsað, pussað, grundað og málað í røttu litunum hjá kommununi.
- Arbeiðsmenn hjá kommunu hava staðið fyri arbeiðnum at klárgera skeltið, og vit fingu lokalu listakvinnuna, Mikalu Vilhelm, at mála skeltið.
Skeltið varð sett upp aftur stutt undan jólum, og í gjár var elektrikari hjá MR-EL og setti ljós í skeltið.
Tað var Poul B. Olsen, sum gjørdi búmerkið í sambandi við búmerkjakapping, og tað var Regin Debess, sum reinteknaði endaliga búmerkið.
Búmerkið er samansett av fimm eindum: Slupp, fjalli, havi og tjaldri, og tað er fevnt við rundari rammu.
- Eindirnar geva eitt lítið innlit í søguna hjá Vágsbygd, siga tey í Vágs kommunu í dag.










