Nú skal asfalterast við bátahylin á Válinum

Við nýggjum asfalti verður umhvørvið kring bátahylin snøggari, tá asfaltarbeiðið er gjørt

Í dag fer Kvívíkar kommuna í holt við at asfaltera við bátahylin á Válinum.

 

- Vit heita tí á fólk um at flyta bilar, vognar og annað.

 

Hetta siga tey í Kvívíkar kommunu, nú asfaltarbeiðið ætlandi byrjar í dag.

 

Soleiðis, sum viðhefta mynd hjá kommununi vísir, er grúsvegur við bátahlylin á Válinum.

 

Við nýggjum asfalti verður umhvørvið kring bátahylin snøggari, tá asfaltarbeiðið er gjørt.