Landssjúkrahúsið fær fjarhita

Landssjúkrahúsið verður eftir ætlan bundið í fjarhitanetið tíðliga í 2026, og tað hevur við sær, at oljunýtslan hjá Landssjúkrahúsinum lækkar umleið 78 prosent, og árliga CO2-útlátið minkar gott og væl 2.300 tons

Umboð fyri Landssjúkrahúsið og Fjarhitafelagið hava undirskrivað íbindingarsáttmála, og sostatt kann arbeiðið fara í gongd at binda Landssjúkrahúsið í fjarhitanetið. Fjarhitin skal hita 25 bygningar á Landssjúkrahúsinum, sum fevna um eina gólvvídd á tilsamans 50.000 fermetrar. Harvið lækkar nýtslan av gassolju á Landssjúkrahúsinum umleið 78 prosent, og árliga CO2-útlátið minkar gott og væl 2.300 tons.

Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, er sera glaður fyri avtaluna, sum er eitt stórt stig á grønu leiðini hjá Landssjúkrahúsinum.

- Avtalan við P/F Fjarhitafelagið er enn eitt stig á leiðin hjá Landssjúkrahúsinum at gerast grønari og at brúka burðardyggar orkuloysnir. Sum eitt av størstu arbeiðsplássum í landinum eiga vit at gera okkara til, at landið gerst meira burðardygt, staðfestir Steinar Eirikstoft.

Fjarhitaleiðingin verður løgd víðari frá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum, sum herfyri var knýtt í fjarhitaskipanina, og oman til Landssjúkrahúsið. Talan er um eitt strekki á 600 metrar, har rørúttøk verða bygd inn í høvuðsleiðingina, so tað eisini verður møguligt hjá grannaløgum har á leiðini at knýta í fjarhitanetið.

- Landssjúkrahúsið verður størsti brúkarin hjá Fjarhitafelagnum. Hetta er í samsvari við málið hjá okkum at fáa stórar orkutungar bygningar inn í fjarhitaskipanina, umframt at vit geva grannaløgum í umráðnum møguleikan at binda í høvuðsleiðingina, um nóg stórur áhugi er fyri tí, sigur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum.

Heilsumálaráðið fegnast

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, er eisini fegin um avtaluna millum Landssjúkrahúsið og Fjarhitafelagið.

 

- Tað hevur stóran týdning, at vit sum samfelag raðfesta burðardyggar loysnir. Við hesi avtaluni tryggja vit bæði eina umhvørvisvinarliga orkuloysn og eina støðuga veiting, sum passar væl til eitt sjúkrahús við høgum krøvum til tryggleika og álítandi rakstur, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna.

 

Hon vísir á, at avgerðin hjá Landssjúkrahúsinum at nýta fjarhita stuðlar upp undir málið um einar grønari og burðardyggari Føroyar. Harumframt er hetta ein liður í at betra um orkuskipanina í almennum byggingum, sum skulu ganga undan við góðum dømum.

 

- Eg fegnist um samstarvið millum P/F Fjarhitafelagið og Landssjúkrahúsið. Saman taka vit ábyrgd fyri framtíðini og liva upp til okkara grønu visjónir, sigur Súsanna Bertholdsen.

 

Gott fyri allar partar

Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, er vís í, at hetta stigið at binda Landssjúkrahúsið í fjarhitanetið er ein búskaparliga skilagóð loysn fyri bæði Landssjúkrahúsið, fjarhitanetið, høvuðsstaðin og landið.

- Fjarhitin skal vera ein trygg og kappingarfør grøn loysn bæði fyri vinnulívið, arbeiðsplássini og húsarhaldini. Vit skulu halda fast í einari góðari ringrás. Tess fleiri brúkarar verða knýttir í fjarhitanetið, tess bíligari verður fjarhitin, og tess grønari verður høvuðsstaðurin, staðfestur Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum.  

Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, sigur, at Landssjúkrahúsið er ein týðandi fjarhitabrúkari, tí hitanýtslan hjá Landssjúkrahúsinum svarar til nýtsluna hjá umleið 350 sethúsum. 

- Hetta er sum at fáa 350 vanligar brúkarar inn í skipanina samstundis. Vit vænta, at íløgan í henda partin av fjarhitaskipanini hevur vunnið seg innaftur eftir fáum árum, sigur Hans Christian Dam.

Í útbyggingarætlanini hjá Fjarhitafelagnum er eisini nevndur møguleikin at byggja eina sjóhitapumpu inn í fjarhitaskipanina, í framhaldi av at Landssjúkrahúsið er knýtt upp í fjarhitanetið. Henda pumpan kann rekast við avlopsorku frá vindmyllum, men í hesum máli er eingin endalig avgerð tikin enn.