Tað siga ukrainskir myndugleikar í dag.
Ein tvey ára gamal smádrongur var millum tey deyðu, upplýsa myndugleikarnir.
Kharkiv liggur í útnyrðingspartinum av Ukraina nærhendis markinum til Russland. Økið hevur verið mark fyri regluligum russiskum dronu- og rakettálopum, síðani Russland herjaði á Ukraina í 2022.
Dronuálopið í gjárkvøldið er ikki einasta álopið, sum hevur rakt býin seinastu dagarnar.
Oleh Synyehubov, guvernørur í økinum, sigur, at eitt rakettálop í gjár knústi umleið 1.000 vindeygu í ymiskum bygningum í býnum sundur.
Ritzau/Reuters