Rektarin við 262 nýggj lesandi: – Haldið fast í forvitninum!

Í dag er stóri innleiðsludagurin á Fróðskaparsetri Føroya, og 262 nýggj lesandi fara nú undir sínar hægri útbúgvingar

207 bachelorlesandi, 50 masterlesandi og fimm lesandi á hjánámi ella parttíðarútbúgving høvdu sín fyrsta dag í Kongshøll í morgun.

 

Sum siður er, vóru røður og livandi tónleikur á skránni, umframt ein rúgva av praktiskum upplýsingum og góðum ráðum, nú nýggi árgangurin skal sjósetast so trygt og væl sum gjørligt.

 

Í røðu síni segði Martin Tvede Zachariasen, rektari, m.a., at vitan er ein kraft, sum kann broyta samfeløg til tað betra.

 

- Danski astrofysikarin Anja Andersen segði fyri nøkrum árum síðani: "Viden er fandme ikke et synspunkt". Tann vitan, sum vit hava í dag, er bygd upp gjøgnum øldir og hevur ment heimin til tað betra - ikki minst, tá tað snýr seg um fólkaheilsu og vælferð. Miðallivialdurin hjá einum nýføddum barni – tvørtur um øll lond í heiminum – var bara 32 ár í 1900. Í dag er sami miðallivialdur 71 ár. Sum á mongum øðrum økjum er lærdómur og vitan grundarlagið undir tí fantastisku menningini í globalu fólkaheilsuni, segði rektarin m.a.

 

##med2##

 

- Tann lærdómur, vitan og teir førleikar, sum tit fara at ogna tykkum her á Setrinum, fara at fylgja tykkum restina at tykkara starvsleið. Og við lærdómi kemur ábyrgd. Hetta fari eg at geva eitt dømi um, legði rektarin aftrat.

 

- Hugsa tær, at tú ert ein av fremstu byggifrøðingum í heiminum og júst hevur bygt eitt háhús við 59 hæddum – næstan 300 metrar høgt – mitt í New York. Háhúsið er bygt á ein serligan hátt, sum ikki er royndur áður. Tá háhúsið er tikið í nýtslu og umleið eitt ára gamalt, ger ein annar byggifrøðingur teg varugan við, at útrokningin, sum skal tryggja støðufestið í háhúsinum, ikki er fullfíggjað. Tú kannar útrokningina einaferð aftrat og kemur fram til, at um ein álvarslig ódn rakar bygningin, er tað sannlíkt, at hann fer um koll. Ein slík álvarslig ódn vil í miðal raka New York 16. hvørt ár. Hvat ger tú nú?

 

- Hetta var tað, sum hendi fyri amerikanska byggifrøðingin Bill Lemessurier í 1978, bara eitt ár eftir, at stásiligi bygningurin hjá Citicorp stóð liðugur mitt í New York við sínum 59 hæddum og 300 metrum upp í loft. Lemessurier gjørdist serstakliga hugtungur um hetta, men til alla lukku valdi hann at boða byggiharra og mynduleikum frá trupulleikanum, hóast hetta fór at fáa álvarsligar avleiðingar fyri seg sum viðurkendan byggifrøðing. Tíbetur bar til at styrkja háhúsið við at sveisa eyka stálplátur á tær berandi stálbjálkarnar.

 

- Hendan søgan er lýst í nýggjari bók við heitinum “The Great Miscalculation: The Race to Save New York City's Citicorp Tower”.  Í hesum førinum gjørdist lærdómur og vitan ein byrða, men samstundis eisini vitan, sum bjargaði bygninginum og einum ótali av mannalívum í New York.

 

- Tit koma á tykkara starvsleið uttan iva eisini at standa fyri etiskum ivamálum, har vitan kann bjarga lív og heilsu. Og tá er umráðandi at umsita vitanina samvitskufult og við skili, segði rektarin m.a. og endaði røðu sína soleiðis:

 

- Eg vóni, at vit saman kunnu skapa eitt lærdómsumhvørvi, sum stuðlar undir allar liðir í lestrarlívinum – fakliga sum sosialt. Og minnist samstundis til at halda fast í dreymum og forvitni tykkara!

 

- Hjartaliga vælkomin á Fróðskaparsetrið!

 

##med3##

 

Gestarøðari í dag var Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Havnin er Føroya universitetsbýur, og tað merkti eisini røðu hennara fyri teimum nýggju lesandi.

 

- Fyrst av øllum, so fari eg at takka tykkum lesandi. Takk fyri, at tit velja Føroyar, byrjaði hon.

 

- Í dag eru 60 ár liðin, síðani Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn. Tað vóru limir í Føroya Fróðskaparfelag, sum vildu hava eitt universitet í Føroyum. Nú 60 ár eru liðin, er ætlan teirra væl og virðiliga veruleiki, tí í dag er Fróðskaparsetur Føroya eitt universitet á atljóða stigi við hópin av útbúgvingum, segði Elsa Berg m.a. Sjálv hevur hon eisini tikið ein part av síni hægri útbúgving á Setrinum, greiddi hon frá.

 

- Hetta var ein góð og lærurík tíð. Eg havi eisini lisið á øðrum universitetum, og Setrið stendur ikki aftan fyri hini.

 

- Sum borgarstjóri fegnist eg um, at Havnin  kann samanbera seg við aðrar lestrarbýir. Vit hava ríkt mentanarlív, ítróttarlív, vælveruøkið í Gundadali, kafélív, grøn øki at taka sær av løttum í - ja, nærum alt, sum hugsast kann. Tí lestrarlív er eisini ein kaffimuður ella ein øl saman við øðrum lesandi.

 

- Men eg veit, at mong tykkara nú hugsa, men hvar eru lestrarbústaðirnir. Og eg eri samd. Sum borgarstjóri fegnist eg tí um, at Tórshavnar kommuna og ein bólkur, sum Fróðskaparsetrið hevur sett, eru í samstarvi um at finna økir at byggja lestrarbústaðir. Tí vit skulu hava nógv fleiri lestrarbústaðir, so uppaftur fleiri gera sum tit og velja Føroyar.

 

- Góðu tit øll. Enn einaferð, - takk fyri, at tit velja Føroyar. Tí Føroyum tørvar tykkum og tykkara vitan. Góða eydnu við lestrinum!

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##