Norski olju­grunn­ur­in slepp­ur sær av við fyri­tøk­ur í Ísrael

Norski oljugrunnurin hevur selt út av seks nýggjum, smærri ísraelskum feløgum og útihýsir eisini seks feløgum afturat úr sínum portfolio.

- Norges Bank og Etiska ráðið eru komin við drúgvum og góðum frágreiðingum, og tiltøkini, sum nú verða kunngjørd, hava týdning fyri eftirlønargrunnin, segði norski fíggjarmálaráðharrin Jens Stoltenberg sambært NRK eftir at hava gjøgnumgingið ísraelskar fyritøkur. - Mynd: Amanda Pedersen Giske/Ritzau Scanpix

Tað skrivar norska kringvarpið NRK mánadagin.

Hetta merkir, at oljugrunnurin skjótt verður burtur úr tilsamans 23 ísraelskum feløgum.

Viðkomandi feløg verða bert avdúkað, tá grunnurin er heilt burtur úr feløgunum.

Bakgrundin fyri økta fokusinum á ísraelsku íløgurnar er, at blaðið Aftenposten hevur avdúkað, at oljugrunnurin fekk stóran vinning av partabrøvum í millum annað Bet Shemesh Engines, sum er eitt ísraelskt felag, sum viðlíkaheldur ísraelsk stríðsflogfør.

Oljugrunnurin hevur síðani viðurkent, at grunnurin hevði mett felagið skeivt.

/Ritzau/