Fyritíðarpensjónistar er ein viðbrekin bólkur. Teirra støða sigur okkum nógv um, hvussu langt vit eru komin á leiðini móti einum samfelag, har øll hava rætt til eitt virðiligt og innihaldsríkt lív

Nýggj frágreiðing um lívskor hjá fyritíðarpensjónistum

- Fyritíðarpensjónistar eru framvegis ein láglønarbólkur, sum kann hava tað sera tungt fíggjarliga, og nógvar av niðurstøðunum frá 2007 síggjast aftur í hesi kanningini

Fyritíðarpensjónistar er ein viðbrekin bólkur. Teirra støða sigur okkum nógv um, hvussu langt vit eru komin á leiðini móti einum samfelag, har øll hava rætt til eitt virðiligt og innihaldsríkt lív

Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari, hevur saman Gesti Hovgaard gjørt nýggja frágreiðing um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum. Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrakassagrunnurin, Betri Stuðul og Megd hava fíggjarliga og praktiskt gjørt tað møguligt at fremja verkætlanina.

 

- Fyritíðarpensjónistar er ein viðbrekin bólkur í føroyska samfelagnum. Teirra støða sigur okkum nógv um, hvussu vælferðarsamfelagið virkar, og hvussu langt vit eru komin á leiðini móti einum samfelag, har øll hava rætt til eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Hetta er ikki bert ein spurningur um fíggjarligan tryggleika, men líka nógv um at skapa karmar fyri sosialari luttøku og virðing.

 

Eitt nú soleiðis skriva Olga Biskopstø og Gestur Hovgaard í nýggjari frágreiðing um lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum, sum nú verður almannakunngjørd. 

 

Eins og í øðrum lívskorskanningum er endamálið við hesari kanningini at lýsa og staðfesta málini í vælferðarpolitikkinum í mun til tann veruleika, sum borgarin upplivir.

 

- Meira ítøkiliga er endamálið at lýsa sosialu støðuna hjá borgarum við skerdum førleika, vegna sjúku og brek; at vísa á veikleikar í verandi vælferðarskipan, soleiðis sum borgarin við skerdum førleika upplivir hana - og at vísa á viðurskifti, sum eitt nú sosialar støður og trupulleikar, sum politiskt ella umsitingarliga eiga at loysast.

 

Víst verður á, at dentur er lagdur á at lýsa umstøður, ið ganga aftur hjá øllum limabólkum í Megd og sum hin einstaki limurin tí kann kenna seg aftur í.

 

- Í 2007 varð útgivin ein kanning líknandi hesari (Biskopstø & Mýri, 2007). Tí hevur tað verið áhugavert at kunna samanbera og síggja, hvørji viðurskifti eru broytt tey árini, sum farin eru.

 

Sagt verður, at lutfalsliga talið av pensjónistum liggur nøkulunda støðugt árini millum 2004 og 2024.

 

- Í Føroyum vóru í 2024 samanlagt 2005 fyritíðarpensjónistar, svarandi til 3,7% av fólkinum millum 18-66 ár. Sama talið í 2004 var tá 3,9%. Talið hevur ligið rættiliga støðugt, men broytist eitt sindur eftir tillagingum í mannagongdum umframt øðrum viðurskiftum.

 

Víst verður á, at tó at nakrir munir eru, so er talið av fyritíðarpensjónistum eisini lutfalsliga javnt býtt millum ymisku økini í landinum.

 

- Flestu fyritíðarpensjónistar fingu í 2021 hægstu fyritíðarpensjón, og býtið er rættiliga javnt millum kynini: 50,2% kvinnur og 49,8% menn. Fyri lægstu og miðal veiting er býtið hinvegin, at kvinnurnar eru 1/3 og menninir 2/3.

 

Sagt verður, at býtið millum giftar og ógiftar fyritíðarpensjónistar er, at støk telja umleið 2/3, og gift 1/3.

 

- Hjá støkum og giftum fyritíðarpensjónistum við hægstu fyritíðarpensjón liggur árliga útgjaldið frá beint niðan fyri 150.000 kr. og upp ímóti 170.000 kr. hjá giftum fyritíðarpensjónistum við miðal fyritíðarpensjón liggur árliga útgjaldið á gott 135.000 kr.

 

Ein stór broyting til tað betra seinastu árini er, at inntøka hjá hjúnafelaga ikki verður mótroknað pensjónini.

 

- Samanborið við eina arbeiðaraløn, ið vanliga liggur oman fyri 270.000 kr. árliga, má sigast, at talan er um ein lágløntan bólk í samfelagnum. Minni enn helvtin av fyritíðarpensjónistunum í Føroyum hevur arbeiðsinntøku aftur at pensjónini.

 

Kanningin frá 2007 vísti, at fyritíðarpensjónistar ikki høvdu nøktandi lívskor. Fíggjarliga var støðan hjá teimum flestu, at tað var neyðugt við serligum tiltøkum fyri at fáa peningin at røkka til. Familjan var oftast avgerandi fyri, at tey kundu klára seg.

 

- Á flest øllum øðrum økjum vóru eisini avmarkingar og trupulleikar, heilt frá bústaðarviðurskiftum og at vera útihýstur frá arbeiðsmarknaðinum til vantandi møguleikar fyri viðgerð og uppvenjing – alt umstøður, ið ávirkaðu lívskorini skeiva vegin og minkaðu um lívsvirðið, sum hjá mongum hevði einsemi og avbyrging við sær.

 

Niðurstøðurnar í hesi nýggju kanningini vísa, at batar eru samanborið við 2007.

 

- Málsviðgerðin hevur fingið væl betri karmar, og haraftrat eru fíggjarligu karmarnir eisini batnaðir. Samrøður okkara vísa eisini, at viðurkenningin av fólki við breki – hetta frá arbeiðsgevarum og samfelagnum í breiðari týdningi – eisini er batnað, eitt nú í mun til arbeiði og í mun til atgongd.

 

Lagt verður aftrat, at fyritíðarpensjónistar tó framvegis eru ein láglønarbólkur, sum kann hava tað sera tungt fíggjarliga, og g nógvar av niðurstøðunum frá 2007 síggjast aftur í hesi kanningini.

 

Meira um hetta kann lesast á - https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/nyggj-fragreiding-um-livskorini-hja-fyritidarpensjonistum

 

 

 

Fyritíðarpensjónistar er ein viðbrekin bólkur. Teirra støða sigur okkum nógv um, hvussu langt vit eru komin á leiðini móti einum samfelag, har øll hava rætt til eitt virðiligt og innihaldsríkt lív