Nýggj ljósskipan í ítróttarhøllini á Tvøroyri

Gomlu ljósarmaturini í Ítróttarhøllini í Trongisvági verða nú skift

Hesi hava hingið uppi, líka síðan ítróttarhøllin kom. Í sínari tíð hava hesi verið dygdargóð ljósarmatur, men í dag finnast fleiri, orkuvinarligari loysnir, ið eisini krevja minni viðlíkahald.

 

Í samstarvi við teknisku deild hjá kommununi eru tað Bærendsen Teknik, ið taka gomlu armaturini niður og heingja tey nýggju upp. Har tað er hægst, hanga armaturini í 12 metra hædd, og tí er lyfta leigað til endamálið.

 

Nú verður farið yvir til orkuvinarlig LED-ljós, ið mett verður fara at kosta helvtina minni í streymnýtslu, og samstundis bøta munandi um ljósgóðskuna inni í høllini. Ljósstyrkin kann regulerast, og ljósini eru eisini soleiðis innstillaði, at um eingin rørsla er inni í høllini, so slókna tey av sær sjálvum. Hetta kemur eisini at hava eina sparing við sær.

 

Groth Electric kemur at standa fyri arbeiðinum at gera ljósstýringina.

 

Tvøroyrar kommuna boðar at arbeiðið verður væntandi liðugt í komandi viku.