Nýggjársurgukonsert í Hoyvíkar kirkju 

- Hetta er triðja árið á rað, at Ari Hammer Joensen, sum gongur á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn, spælir nýggjársurgukonkonsert, siga fyriskipararnir

 

 

 

Sunnukvøldið hin 25. januar klokkan 19 verður nýggjársurgukonsert í Hoyvíkar kirkju við Ara Hammer Joensen, urguleikara.

 

Ari Hammer Joensen gongur á triðja ári bachelor á tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. 

 

- Hetta er triðja árið á rað, at Ari spælir nýggjársurgukonkonsert, siga fyriskipararnir.

 

Konsertin er í tveimum pørtum, har fyrri partur er meira siðbundin orgultónleikur, og annar partur er festligur orkesturtónleikur umsettur til orgul.

 

Sagt verður um konsertin, at hon er ókeypis og varir ein tíma.

 

Skráin sær soleiðis út:

 

1. Marcel Dupré (1886-1971)

 

Trios Préludes et Fugues Op. 7

 

I.   Preludium og Fuga í H-dur Op. 7 Nr. 1 

II.  Preludium og Fuga í f-moll Op. 7 Nr. 2

III. Preludium og Fuga í g-moll Op. 7 Nr. 3

 

2. Johann Sebastian Bach (1685-1750)

 

Úr 18 Leipziger Choräle

 

Allein Gott in der Höh sei Ehr BWV 663 

 

3. Louis Vierne (1870-1937) 

 

Úr 6. Symfoni Op. 59

 

V. Final 

 

4. Émilie Waldteufel (1837-1915) 

 

Les Patineurs (Skoytu valsurin) 

 

Arr. Jonathan Scott

 

5. Johann Strauss I (1804-1849) 

 

Radetzkymarsch 

 

Arr. Jonathan Scott