Trump: - Nú er tíðin komin og tað verður gjørt!!

- Í 20 ár hevur Nato fortalt Danmark, at landið "noyðist at beina burtur russisku hóttanina í Grønlandi..."

Aftur í morgun mjarrar amerikanski forsetin, Donald Trump, um Grønland.

 

Hetta ger hann á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

 

- Nú er tíðin komin, og tað verður gjørt!!

 

Enn einaferð sipar hann til Grønland.

 

- Í 20 ár hevur Nato fortalt Danmark, at landið "noyðist at beina burtur russisku hóttanina í Grønlandi... "

 

Og amerikanski forsetin leggur aftrat:

 

- Tíverri hevur Danmark ikki verið ført fyri at gera nakað við hetta. Nú er tíðin komin, og tað verður gjørt!!

 

Soleiðis sigur Donald Trump á Truth Social í morgun - ella í nátt amerikanska tíð.