Føroyska hondbóltsbragdið, fyrsti EM-endaspælssigurin nakrantíð, 37-24 (19-12) stórsigurin á Montenegro gevur endurljóð í miðlum kring Evropa.
Sum vant hava týskarar tær mest hugflogsríku yvirskriftirnar. Kicker skrivar, at "Føroyar avmonteraðu Montenegro". Sport Bild skrivar, at "Føroyar feira saman við sínum mega-fjepparum":
##med2##
##med3##
Ekstrabladet og BT staðfesta "Eufori" og søguligan føroyskan sigur. TV2 skrivar, at "Føroyar mosaðu mótstøðuliðið":
##med4##
##med5##
##med6##
Í Íslandi staðfesta Morgunblaðið og Vísir eisini ein søguligan føroyskan sigur, meðan handbolti.is skrivar, at Føroyar knústu Svartfjallaland (Montenegro):
##med7##
##med8##
##med9##
Í Svøríki skrivar Aftonbladet/Sportbladet, at Føroyar framdu eitt "veruligt ítróttarbragd. Expressen nemur eisini við ein søguligan sigur hjá Føroyum:
##med10##
##med11##
Norska VG skrivar, at føroyska hondbóltsveitslan heldur fram:
##med12##
Eurohandball skrivar, at Føroyar fingu ein "avgjørdan" fyrsta EM-sigur:
##med13##
Stóri franski hondbóltsmiðilin, handnews.fr staðfestir eisini ein søguligan EM-sigur:
##med14##
























