Senegal er afrikanskur meistari í fótbólti hjá monnum.
Í finaluni vann Senegal 1-0 á vertunum, Marokko aftaná longda leiktíð. Pape Gueye skoraði sigursmálið í longdu leiktíðini.
Heilt móti endanum av vanligu leiktíðini bleiv rok. Brahim Diaz hjá Marokko datt heldur lætt í brotsteiginum hjá Senegal, og dómarin dømdi brotsspark við støðuna 0-0.
Senegalesarnir vóru dansandi óðir um dómin, og endin var, at teir rýmdu av vøllinum.
Aftaná ein longri steðg sissaðu senegalesarnir seg, og komu aftur á vøllin.
Brahim Diaz, ið vann brotssparkið fyri Marokko vildi sjálvur taka brotssparkið, og hann royndi seg við einum "Panenka-brotssparki". Men Edouard Mendy í málinum hjá Senegal lat seg ikki lumpa, men loftaði bóltinum.
Og so bleiv longd leiktíð, og tá var Senegal sum skoraði einasta málið í finaluni.
Hetta er aðru ferð í søguni, at Senegal vinnur afrikanska meistaraheitið.
Um tvey ár verður afrikanska endaspælið leikt í trimum londum. Vertslondini vera Kenja, Tansania og Uganda.











