Seinnapartin í dag var nýsetti ungdómsvenjarin hjá B68, Keven André Madsen og unnusta hansara, Sandra Idland, og vitjaðu á kommunuskrivstovuni á Toftum.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, heilsaði teimum hjartaliga vælkomnum og greiddi teimum í stuttum frá um Nes kommunu.
Borgarstjórin ynskti teimum alt tað besta og nýggja ungdómsvenjaranum hepna hond við arbeiðnum.
Kevin André Madsen kemur úr Noregi; hann er 28 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann byrjaði longu sum hjálparvenjari hjá smádreingjum, tá hann einans var 15 ára gamal.
- Síðan 2019 hevur hann verið venjari hjá fleiri liðum. Hann hevur royndir frá Frøya, sum var hansara barndómsfelag, Træff, Bryne, Frøyland og Sandnes Ulf, vita tey í Nes kommunu at siga.
Kevin André Madsen er útbúgvin ítróttarleiðari, og seinastu tvey árini hevur hann arbeitt fulla tíð sum ítróttarstjóri fyri barna- og ungdómsdeildina hjá Sandnes Ulf.
- Seinastu mongu árini hevur hann eisini fylgt væl við í føroyskum fótbólti, og av tí sama hevur hann lært seg at tosa føroyskt, siga tey í Nes kommunu seinnapartin.
Kevin André Madsen og unnustan, Sandra Idland, búgva á Nesi.











