Í kvøld klokkan 18.30 verður toppdystur í Meistaradeildini hjá monnum á ovara vølli í Gundadali í Havn.
B36, ið er á triðja plássinum við 15 stigum tekur ímóti NSÍ, ið er fremst við 17 stigum. KÍ hevur 16 stig á øðrum plássinum.
Í teimum seinastu 20 kappingardystunum millum B36 og NSÍ hevur talan verið um sjey NSÍ-sigrar, fýra B36-sigrar og níggju javnleikir.
Oddsini altjóða veddingarfyritøkur lata upp á dystin eru næstan jøvn. Tó hella tær eitt pinkalítið vet til ein NSÍ-sigur.
Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 2,45 og 2.90.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,10 og 3,70.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 2,17 og 2,45. So tað er ikki nógv sum skilir liðini.
HER eru oddsini:
##med2##












