Oddsini millum HB og KÍ eru næstan jøvn

Her eru oddsini upp á dystin HB-KÍ

Seinnapartin klokkan 17 byrjar klassikarin í Betrideildini hjá monnum millum HB og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

HB er næstfremst í deildini við 36 stigum, og KÍ er triðfremst við 30 stigum.

 

HB vann 1-0 á KÍ tá liðini hittust i Gundadali 14. apríl. 

 

Bæði í steypakappingini og í stórsteypadystinum hevur HB fyrr í ár vunnið 3-2 á KÍ.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum eru næstan jøvn, tó hella tær eitt pinkalítið vet til ein HB-sigur.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til HB eru 2,39.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,43.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 2,58, so tað er ikki nógv sum skilir liðini.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##