Sílið hevur fult stigatal

5-mannafør gentur 14 – 16 ár: Ørnin úr Sandavági vann kappingina við hinar bátarnar úr høvuðsstaðnum um næstfremsta plássið

Tað gekk soleiðis í Vestmanna, sum tað gjørdi hinar ferðirnar fyrr í ár, tá ið gentur 14 – 16 ár kappróðu.

 

Sílið hjá Havnar Róðrarfelag vann sera tryggan sigur. Tað vóru tað mesta av trimum bátslongdum frá Sílinum og aftur til hinar bátarnar. Sílið hevur fulla úrtøku, og Sílið er stórfavorittur at vinna FM í hesi kappingini.

 

Havnar Róðrarfelag eigur eisini Drekan og Skansan. Hesir báðir bátarnir vóru við í kappingini um næstfremsta plássið. Aftur í dag var henda kappingin við Ørnina úr Sandavági. Ørnin hevur vunnið hesa kappingina fyrr í summar, og aftur í dag varð Ørnin næstfremst. Tað var hørð kapping, men tað endaði við, at Ørnin var meiri enn eitt sekund frammanfyri Drekan, sum var fleiri bátslongdir frammanfyri Skansan.

 

 

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo