Ódn og stórir vinnuskaðar ávirka fyrra hálvár  

Betri Trygging rindaði kundunum 254 milliónir kr. út í skaðaendurgjøldum fyrra hálvár 2024. Tað er umleið 100 millliónir meiri enn fyrra hálvár í fjør. Orsøkin er partvís ódnin í januar – og so fleiri álvarsamar skaðahendingar á vinnuøkinum

Tíðindaskriv:

 

- Hóast vit hava eitt samlað yvirskot, so gav tryggingarvirksemið hall fyrsta hálvár í ár, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

 

- Soleiðis er tryggingarvirksemið. Nøkur ár, tá ið fáir skaðar eru, er yvirskotið stórt. Onnur ár, tá ið nógvir skaðar eru, er hall. Og í góðu árunum mugu vit tryggja okkum, at vit megna at standa ímóti tey árini, tá ið stóru skaðarnir raka – sum teir gera í ár, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

 

- Men nú síggja vit av álvara tað virðið, sum Betri Trygging hevur fyri kundarnar. Hetta hálvárið er virðið 254 milliónir krónur, sum kundarnir hava fingið í endurgjaldi.

 

Fyrru helvt av 2024 fekk Betri Trygging knapt 7.500 skaðafráboðanir. Bara ódnin í januar elvdi til omanfyri 1500 skaðar. Hartil hava fleiri álvarsamir skaðar rakt á vinnuøkinum.

 

- Tryggingarvirksemið snýr seg um, at slíkt, sum vit vóna ikki fer at henda, tíverri kortini hendir viðhvørt. Og hóast vit ikki kunnu gera alt upp í pengum, ja, so ger tað kortini mun at fáa eitt endurgjald, tá ið illa vil til. Tað lættir um, so fíggjarligi smeiturin ikki verður eins stórur, vísir Ingunn Eiriksdóttir á.

 

 

 

Íløgurnar geva gott avkast

Hóast Betri trygging hevur rindað meiri í tryggingargjøldum og til at reka felagið enn tikið er inn í tryggingargjøldum, vísir hálvársroknskapurin kortini eitt yvirskot á 22 milliónir kr. Orsøkin er, at íløgurnar hava givið sera gott avkast – tað besta í fimm ár.

 

- Tá ið tað kemur til virksemið annars, kann nevnast, at úrvalið av tryggingum og tilvalum er økt munandi seinnu árini, og fólk tryggja seg væl og raðfesta tryggleika, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

 

Eisini hevur talgilda skipanin ”Mín Trygging” fingið góða undirtøku, nú tað í størri mun ber til at tekna og broyta tryggingar – og at melda skaðar inn.

 

- Betri Trygging er eitt sterkt felag, og álitið á felagið er stórt. Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at samhaldsfasta skipanin, sum tryggingin er, fungerar sum hon skal, og hon hevur av álvara prógvað sítt virði fyri kundarnar hetta fyrra hálvárið 2024, sigur Ingunn Eiriksdóttir.

 

 

 

 

 

 

 

 
 

2024

 
 

2023

 
 

Úrslit eftir skatt

 
 

22 mió.kr.

 
 

51 mió.kr.

 
 

Tryggingarinntøkur

 
 

269 mió.kr.

 
 

247 mió.kr.

 
 

Skaðaendurgjøld tilsamans

 
 

254 mió.kr.

 
 

153 mió.kr.

 
 

Tal á skaðafráboðanum

 
 

7.459

 
 

7.149

 
 

Solvensdekningur

 
 

265%

 
 

320%