Økja framleiðsluna av dygdargóðum landbúnaðarvørum

Føroyar eru ein matvøruframleiðandi tjóð, og tað er umráðandi at stremba eftir at gagnnýta til fulnar tað matvørutilfeingið, vit hava, bæði á landi og sjógvi, tað skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Komandi landbúnaðarpolitikkurin leggur dent á at økja framleiðsluna av dygdargóðum landbúnaðarvørum, m.a. grønmeti, og munagóð játtan verður tí sett av til at økja grønmetisframleiðsluna. 

 

Royndarverkætlanin við gartnara, sum skal  standa fyri at menna grønmetisframleiðslu og ráðgeva veltihugaðum fólki í øllum landinum, verður nú gjørt til eitt fast starv, og grønmetismenning ein uppgáva, sum Búnaðarstovan skal røkja saman við bóndum og eldsálunum í Veltuni á Sandi.   

 

Afturat hesum verður játtanin til verkætlanir, sum skulu økja grømetisframleiðsluna, hækkað upp í 1 mió. kr. 

 

Granskarasetrið iNOVA hevur frá byrjan havt matmenning sum part av sínum endamáli, og í nýggju strategiini leggur iNOVA enn størri áherðslu á at skapa eitt umhvørvi, sum kann stuðla bæðu matíverksetarum og etableraðum fyritøkum, sum vilja gagnnýta okkara ríka tilfeingi enn meira og betur. 750 tús.kr. verða tí játtaðar til at seta fólk, sum kann standa fyri mat- og tilfeingismenningini í iNOVA.