Hví eri eg javnaðarfólk?
Javnaðarflokkurin er meira enn bara ein føroyskur flokkur. Hann er partur av eini altjóða hugsjón um, at øll menniskju hava sama virði, og at virðini í samfelagnum skulu býtast rættvíst.
Javnaðarflokkurin í Føroyum varð stovnaður á hesum grundarlagi og byggir framvegis á slagorðini: Frælsi, javnrættur og samhaldsfesti.
Frælsi til at liva eitt gott og sjálvstøðugt lív óansæð sosialan ella etniskan uppruna, kyn, átrúnað ella aðra lívssannføring.
Javnrætt at liva og virka í einum landi, har øll hava somu møguleikar og skyldur.
Samhaldsfesti millum lond, aldursbólkar og ættarlið.
Tá vit, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, rinda nógv í felagskassan, so er tað ikki bara til tað lívið, sum vit liva her og nú. Felagskassin er nakað, vit øll fáa gagn av gjøgnum lívið. Vit hava øll verið børn einaferð - tá nutu vit gott av tí. Vit eru ella hava verið lesandi ella í læru – tá nutu vit gott av tí. Vit eru ella verða vónandi gomul einaferð – tá fáa vit aftur ágóðan av einum samfelagi, ið tók ábyrgd. Og tá sjúka ella aðrar avbjóðingar raka, er vælferðarsamfelagið ikki bara ein fyrimunur – tá er tað alneyðugt!
Tí mugu vit, sum kunnu, rinda eftir førimuni.
Við javnaðarpolitikki vinna vit øll!
Tað er eingin ivi í míni sál um, at eitt sosialdemokratiskt samfelag er besti mátin at skipa okkum. Og tað sæst og skal síggjast aftur í øllum tí politiska arbeiði, sum eg fáist við.
Eitt sosialdemokratiskt samfelag gevur bæði betri vælferð og færri sosialar trupulleikar so sum kriminalitet. Tað vita vit frá gransking – og frá egnum royndum í Norðurlondum, sum í meira enn eina øld hava bygt samfeløg á hesum grundarlagi. Úrslitið er nøkur av heimsins bestu og tryggastu samfeløgum.
Men tað er ikki komið av sær sjálvum. Samhaldsfestið hevur givið einum stórum meiriluta av fólkinum betri lívskor, økta vælferð og fjøltáttaðar møguleikar at mennast. Tí mugu vit ansa eftir, at vit ikki máa støðið undan tí við høgravendum politikki.
Vit kunnu kjakast um loysing og samband. Men fyri meg er tað týdningarmesta, at øll, sum búgva her, eru við og fáa sín lut í samfelagsmenningini.
Tí eri eg javnaðarfólk.
Kom til vinstru við Javnaðarflokkinum.
Kom til vinstru við mær.
Margit Stórá, valevni
Les meira á www.facebook.com/margit.stora









