Øll tey særdu í eldinum á nýggjárinum eru eyðmerkt

Øll tey særdu eru eyðmerkt eftir eldsbrunan nýggjársaftan á einum skeinkistaði í sveisiska býnum Crans-Montana.

Fimm dagar eftir, at eldur breiddi seg ógvusliga á einum skeinkistaði í Sveis, hevur tað eydnast myndugleikunum at eyðmerkja øll tey særdu. 4. januar varð staðfest, at samleikin hjá teimum 40 ofrunum var kendur. - Mynd: Maxime Schmid/Ritzau Scanpix

Løgreglan sigur, at 83 av teimum 116 særdu framvegis eru innløgd.

Millum tey særdu eru fólk úr 12 londum - flestu teirra sveisarar. Harumframt eru fraklendingar, italiumenn og póllendingar.

Eingin danskur ríkisborgari er millum tey 116.

Tað hevur áður verið greitt, at øll 40 ofrini eru eyðmerkt. Nógv vóru ung vaksin, og fleiri vóru undir 18 ár.

Eldur kom í barrina Le Constellation í Crans-Montana, sum er eitt vælumtókt skíðstað.

Kanningin vísir, at eldurin byrjaði, tá hann festi í loftið av innandura fýrverki.

Ritzau/AFP