Byrgingin um Haraldssund fyllir skjótt 40 ár – og enn er hon ikki gjørd liðug. Einaferð vóru ætlanir um at gera eina siglingarrennur, so bátar sluppu gjøgnum sundið

Óheppið at verkætlanin hevur bíðað í 40 ár

Løgringsmaður vil hava at vita, um nøkur verkætlan er hjá Landsverki um byrgingina um Haraldsund

Byrgingin um Haraldssund fyllir skjótt 40 ár – og enn er hon ikki gjørd liðug. Einaferð vóru ætlanir um at gera eina siglingarrennur, so bátar sluppu gjøgnum sundið

Tað er Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum spyr landsstýrismannin í vinnumálum um vegasambandið um Haraldssund.

Grein 52a fyrispurningur hansara er soljóðandi:

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um nøkur verkætlan um vegasambandið um Haraldssund fyriliggur hjá Landsverki, og hvat ein slík verkætlan er mett at kosta í dag?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja eina slíka ætlan ella eina aðra møguliga betri ætlan?

3. Um ja, hvør er tíðarætlanin hjá landsstýrinum um at fremja hesa ætlanina?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at síðan 1986 hevur samlaða politiska skipanin ikki raðfest vegasambandið um Haraldssund so mikið nógv, at verkætlanin nakrantíð er gjørd liðug.

– Tað hava onkrar ætlanir verið um at gera byrgingina lidna, men tað er ongantíð komið á mál.

– Tíðliga í vár varð upplýst, at ein verkætlan er gjørd hjá Landsverki, og at tað kostar 45 milliónir krónur at gera hetta arbeiðið, sum ætlanin var at fáa við í løguætlanina fyri komandi árini, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

– Tað má metast vera sera óheppið, at verkætlanin ongantíð er gjørd liðug, og at mann nú kann hava eitt 40 ára hald fyri, at hetta ikki er gjørt, sigur hann.

 

 

Byrgingin um Haraldssund fyllir skjótt 40 ár – og enn er hon ikki gjørd liðug. Einaferð vóru ætlanir um at gera eina siglingarrennur, so bátar sluppu gjøgnum sundið