Føroyingalið hevur ongan sigur í 14 dystum

Føroyingaliðið, HC Keypmannahavn hevur bert trý stig

Liðið hjá Paula Jacobsen (myndin), Leivi Mortensen, Janusi og Jónasi Djurhuus, HC Keypmannahavn hevur enn fyrsta sigurin til góðar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Aftaná 14 dystir liggur HC Keypmannahavn aftast í deildini við trimum stigum fyri tríggjar javnleikir. 

 

Ígjár tapti HC Keypmannahavn á heimavølli 31-37 fyri Aarhus. Í steðginum var útiliðið á odda 19-13.

 

Jónas skoraði trý mál, og Janus og Leivur skutu eitt mál hvør. Hagtøl fyri málverjar eru tíverri ikki tøk í næstbestu deildini. 

 

HC Keypmannahavn hevur átta stig upp til fjórðaftasta plássið, ið kann bjarga plássinum í deildini við lokið kappingarár. Á fjórðaftasta plássinum hevur Norddjurs 11 stig.

 

Komandi leygardag klokkan 14 spælir føroyingaliðið móti júst Norddjurs á útivølli. Vinnur HC Keypmannahavn eru seks stig upp til fjórðaftasta plássið. Tapir føroyingaliðið vera 10 stig upp til fjórðaftasta plássið, og tá fer tað at vera sera tungt hjá liðnum at bjarga plássinum í deildini.