Open Call: Filmsinnlating Geytin 2026

Í fjør fór Geytin til Mariu Winther Olsen fyri stuttfilmin »Halt um meg«. Hvør man gerast vinnarin av gyltu standmyndini í 2026? 

Tíðindaskriv:

 

Og ikki at gloyma Áskoðaravirðislønini, hvørs upphædd er størri enn nakrantíð. Vilt tú verða við í kappingini um Geytan, so mást tú senda filmin inn í seinasta lagi 12. januar áðrenn midnátt

 

Geytin verður hildin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 28. februar. Á kvøldinum verða nýggir, føroyskir stuttfilmar sýndir og filmsvirðislønir handaðar.

 

Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.

 

Vinnarin av Geytanum fer avstað við einum gyltum Geyta og einari virðisløn á 40.000 kr, ið er latin av Runavíkar kommunu. Eisini er vert at leggja til merkis, at eitt sindur meira stendur upp á spæl í ár undir atkvøðugreiðsluni millum áskoðararnar á kvøldinum. Atkvøðugreiðslan verður nevnliga avgerandi fyri, hvør fer avstað við Áskoðaravirðislønini, til økta virði á 40.000 kr, latið av Tórshavnar kommunu.

 

Um tú hevur gjørt ein stuttfilm, ið skal vera við í kappingini, mást tú minnast til at senda hann inn í seinasta lagi 12. januar áðrenn midnátt.

 

Les meira um krøvini til filmin og um kappingina á nlh.fo:

 

https://www.nlh.fo/?event=11937/open-call-filmsinnlating-geytin-2026