Ostur úr Múla og whisky frá Føroya Bjór í Hattarvík

Á Floksmanndegnum um vikuskiftið høvdu fólk høvi at royna 5-ára gamlan ost úr Múla og 5-ára gamalt whisky frá Føroya Bjór.

Enn ein Floksmannadagur hevur verið í Hattarvík og eins og undanfarin ár, borðreiddi kendi kokkurin, Gutti Winther, við ymiskum forkunnugum.

 

Hesaferð hevði hann eitt nú vælkenda Múlaostin á skránni.

 

Ostaverkætlanin kom í lag, tá John Gynther hjá Arla Unika á sinni vildi royna, um tað ber til at turka ostar i Føroyum, tá skinkurnar eydnaðust so væl.

 

Saman við Jógvani Høj og Johan Mortensen varð farið til verka, og tað vísti seg skjótt, at føroyska veðurlagið er stak væl egnað til at turka og búna ostar í.

 

Á Floksmanndegnum um vikuskiftið høvdu fólk eitt nú høvi at royna 5-ára gamlan, Múlaost. Hetta er ostur av Havgus-slagnum, sum nú er heilt turrur og krystaliserar. 

 

John Gynter heldur, at tað ber væl til at leska sær av whisky afturvið hesum osti, og tað var so heppið, at Føroya Bjór hevur 5-ára gamalt whisky.

 

Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór, var sjálvur við úti í Hattarvík og presenteradi sitt whisky, og gestirnir vóru samdir um, at Múla-osturin er eitt gott match til føroyskt whisky.

 

Næsta ár hevur Floksmannadagurin 10 ár á baki.

 

Ætlanin er, at tá skal floksmannaskinkan, sum Símun Gullaksen, fyrireikari, hevur hangandi í hjallinum í Hattarvík, roynast á fyrsta sinni.

 

##med2##