OYL: Besta golfúrslit nakrantíð á oyggjaleikum

Golfsamband Føroya tekur samanum oyggjaleikirnar

Á myndini frá vinstru: Emil Jakobsen, Líggjas Jógvansson, Mona Ziskason, Finngerð Sólbjørg Clark, Óskar Eiríksson og Hans Pauli Henriksen. (Mynd: Golf í Føroyum)

Golf í Føroyum tekur soleiðis samanum oyggjaleikirnar:

 

Besta golfúrslit nakrantíð

 

Oyggjaleikirnir í Orknoyggjum eru nú um at vera av, og stundir eru at hugleiða um hvussu tað hevur gingist føroysku golfleikarunum, sum hesa vikuna hava kappast á vøkru og hugnaligu breytunum í Kirkwall og Stromness.

 

Í liðkappingini endaðu føroysku menninur á einum 13. plássi av 18 luttakandi oyggjalondum. Í liðkappingini verða tær tríggjar bestu skorurnar hvønn dagin taldar við.

 

Føroyska skoran var 990 sløg, og tá er rættiliga langt upp til Isle of Man, sum vann liðkappingina við 818 sløgum.

 

Men leita vit aftur í søguna, so kunnu vit eisini staðfesta, at hóast plaseringin hesaferð var á sama støði, sum undanfarin ár, so er tað ein sannroynd, at vit ongantíð fyrr hava megnað at liggja undir túsund sløg í liðkappingini. So tað er týðulig framgongd at hóma.

 

Og tað er serliga Emil Jakobsern at takka fyri. Ungi føroyski golfleikarin gjørdi veruliga vart við seg á leikunum hesaferð við flottum spæli. Men hann spælir við stórum váða, og tað varð revsað á hesum vøllunum, sum hest ikki eru egnaðir til aggressiva spæliháttin hjá Emil.

 

Emil spældi tær fýra rundurnar í 73 (+8), 70 (+1), 70 (+5) og 75 (+6) sløgum, sum rakk til eitt pláss sum nummar 13. Við eitt sindur meira av hepni vóru góðir møguleikar fyri at hann kundi enda í topp-10, men tað eydnaðist ikki hesaferð. Hetta er tann besta plaseringin nakrantíð hjá einum føroyskum golfspælara.

 

Líggjas Jógvansson var næstbestur av føroysku harrunum við 84, 84, 81, 85 sløgum, sum rakk til eitt 49. pláss.

 

Óskar Eiríksson spældi 94, 91, 92, 94, sum rakk til eitt pláss sum nummar 58 og Hans Pauli Henriksen kom beint í hølunum á honum við 96, 92, 89, 96 sløgum.

 

Hjá kvinnunum spældi veteranurin, Finngerð Sólbjørg Clark, vallirnar í 93, 86, 86, 79 sløgum, sum rakk til eitt 21. pláss, meðan Mona Ziskason, sum luttók á fyrsta sinni, brúkti 108, 95, 98 og 100 sløg, sum rakk til eitt pláss sum nummar 35.

 

Av tí at Føroyar bert hava tveir kvinnuligar leikarar við, so kunnu vit ikki vera við í liðkappingini her. Hetta er fyrstu ferð, at vit hava havt fleiri kvinnuligar leikarar við til oyggjaleikir. Pláss er fyri fýra kvinnum á oyggjaleikaliðum, so gott hevði verið, um fleiri kundu bjóða seg fram.

 

Hóast onkur vónbrot, nøkur kiksað sløg, og bóltar, sum rullaðu á holkantunum uttan at fara í, so má sigast, at hetta hava verið nakrir væl eydnaðir dagar í Orknoyggjum, har okkara spælarar hava lært nógv, og har vallirnir hava verið meira avbjóðandi enn vit høvdu roknað við frammanundan. Men vit kunnu fegnast um stóran blíðskap frá orknoysku vertunum og at uppliva tvær sera væl trimmaðar golfbreytir.

 

Vit kunnu ikki annað enn øvunda orknoyingum, at tey, hóast bert 22.000 í tali, megna at eiga tvær so góðar 18 hols golfbreytir at bjóða sínum borgarum og golfspælandi gestum, meðan vit heima í Føroyum onki líknandi hava at bjóða.

 

Í okkara stilla sinni harmast vit eisini um, at hvørki borgarstjórar, ítróttamálaráðharri ella løgmaður vístu golfítróttini nakran áhuga yvirhøvur, meðan oyggjaleikirnir vóru. Skrivar Golf í Føroyum. 

 

Á myndini frá vinstru: Emil Jakobsen, Líggjas Jógvansson, Mona Ziskason, Finngerð Sólbjørg Clark, Óskar Eiríksson og Hans Pauli Henriksen. (Mynd: Golf í Føroyum)