OYL: Fimleikararnir vunnu 13 heiðursmerki í dag

Føroysku fimleikararnir vunnu samanlagt 29 heiðursmerki á oyggjaleikunum

Mynd: Fimleikasamband Føroya

Fimleikasamband Føroya skrivar:

 

Seinasta fimleikakappingin á Oyggjaleikunum í Orkney er nú liðug, og fimleikurin hevur aftur vunnið fleiri heiðursmerki í hús.

 

Í dag var tað finalu kapping, har kappast varð í hvørjum amboði sær. Eins og áður vóru kappingarnar sera tættar og spennandi, og okkara fimleikarar megnaðu at fáa heili 13 heiðursmerki í hús, 9 til menninar og 4 til kvinnurnar.

 

Rókur Sumberg Vestergaard vann gull í beinsveiggj.

 

Torleivur vann gull í lopi, silvur í gólvi, og deilt silvur í ringum.

 

Bjarki Johannessen vann deilt silvur í ringum, silvur í lopi og bronsu í rekk.

 

Bjarti Skylv Hansen vann bronsu í parallel barr.

 

Mia vann gull í forskotnari barr, deilt gull í lopi og silvur á gólvi.

 

Marin vann gull á gólvi.

 

Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í beinsveiggj.

 

føroya fimleikasamband ynskir teimum hjartaliga tillukku við fantastisku úrslitunum! Skrivar Fimleikasamband Føroya. 

 

Føroysku fimleikararnir vunnu heili 15 gullheiðursmerki, átta silvurheiðursmerki og seks bronsuheiðursmerki á oyggjaleikunum hesaferð. 

 

Mynd: Fimleikasamband Føroya