OYL: Hava vunnið seg í fýra finalur í badminton

Vónin er eisini at hava eitt føroyskt par í finaluni í blandaðum tvímansleiki

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Tað er staðfest hvørji koma at dystast í finalunum í badminton í einmansleiki hjá kvinnum og monnum, og tvímansleiki hjá kvinnum og monnum á oyggjaleikunum í Orknoyggjum. 

 

Í øllum fýra finalunum fara føroyingar at kappast. So her eru í ringasta føri fýra silvurheiðursmerki tryggjaði hjá føroysku íðkarunum. 

 

Badmintonsamband Føroya skrivar á facebook:

 

- MIRIAM OG RÚNI Í FINALUNUM Í EINMANSLEIKI

 

Tað var ein fegin landsliðsvenjari, Fai Yin Wong, sum tók eitt debrief við Miriam í Grótinum og Rúna Øster í sólini í Kirkwall í dag. Tey bæði vunnu sínar hálvfinalur í einmansleiki ímóti hvør sínum leikara frá Isle of Man.

 

Miriam gjørdi bart í tveimum settum, meðan Rúni mátti út í eitt triðja og avgerandi sett, har hann vann 21-16. Í finalunum møta tey bæði hvør sínum grønlendskum mótstøðuleikara. Finalurnar vera fríggjadagin.

 

TVEY PØR Í FINALUNUM Í TVÍMANSLEIKI

 

Tað eydnaðist tveimum av føroysku pørunum at vinna sær pláss í finalunum í tvímansleiki hjá ávíkavist kvinnum og monnum.

 

Miriam og Bjarnhild vunnu trygt á einum pari av Orknoyggjum, og skulu tær tí spæla finaluna ímóti pari úr Isle of Man, sum vunnu ein tepran trýsettara á Sannu og Miu Thorkildshøj.

 

Tað gjørdist ein sannur gysari hjá monnunum, sum í trimum tøttum spennandi settum vunnu á Grønlandi. Triðja settið endaði 21-18, og fingu føroysku harraparið Magnus og Rúni soleiðis hevnd fyri tapið í finaluni í liðkappingini fyri sama grønlendska parinum. Í finaluni møta føroysku harrarnir Guernsey.

 

Finalurnar í tvímansleiki verða leiktar fríggjadagin. Skrivar BSF á Facebook.

 

Í blandaðum tvímansleiki hava Miriam í Grótinum og Rúni Øster hægstu styrkismetingina. Tí skuldi verið góður møguleiki fyri, at føroyskir leikarar vera at finna í øllum fimm finalunum í tvímansleiki og einmansleiki, ið vera leiktar fríggjadagin. 

 

 

 

Mynd: Badmintonsamband Føroya