OYL: Líggjas og Elisabeth vunnu gull

Aftur í kvøld gjørdu føroysku svimjararnir eitt hál

Savnsmynd: svimjing.com

Føroysku svimjararnir gera sítt til at halda Føroyum ovast á heiðursmerkjayvirlitinum, har Føroyar nú hava 25 gullheiðursmerki, 20 silvurheiðursmerki og 12 bronsuheiðursmerki. Jersey við 23 gullheiðursmerkjum andar okkum í nakkan nú.

 

Líggjas Joensen (myndin) vann gull í 800 metrar frí við tíðini 7:59.67. Silas Dam Lindberg vann bronsu við tíðini 8:21.80.

 

Elisabeth Erlendsdóttir vann gull í 200 metrar rygg. Vinnaratíðin var 2:14.97. 

 

Lea Osberg Højsted, Bjarta Nolsøe í Lágabø, Alisa Vestergaard og Elisabeth Erlendsdóttir vunnu silvur í 4 x 100 metrar frí. Tíðin hjá teimum var 3:55.91.

 

Ísak Brisenfeldt, Bartal E. Eidesgaard, Líggjas Joensen og Heini Mohr Askham vunnu silvur í 4 x 50 metrar frí. Tíðin hjá teimum var 1:32.65.

 

Bartal E. Eidesgaard, Elisabeth Erlendsdóttir, Ísak Brisenfeldt og Alisa Vestergaard vunnu silvur í 4 x 50 metrar blandað. Tíðin hjá teimum var 1:47.02.

 

Við tíðini 49.27, ið er nýtt føroyskt met vann Bartal E. Eidesgaard bronsu í 100 metrar frí.

 

Við tíðini 26.63 vann Alisa Vestergaard bronsu í 50 metrar frí. 

 

Í annaðkvøld vera seinastu finalurnar avgreiddar. 

 

Kelda: Svimjisamband Føroya. 

 

Savnsmynd: svimjing.com