Tað skrivar ArtiCon, sum stendur fyri arbeiðinum at skifta tekjuna á Christianskirkjuni:
Sjálv kirkjan fer at virka á sama hátt undir umvælingini, sum hon hevur gjørt frammanundan. Tað merkir, at kirkjufólkið framvegis kann nýta kirkjuna, meðan arbeiðið stendur uppá.
Sum partur av fyrireikingunum verður kirkjan pakkað inn í krympiplast. Hetta ger, at arbeiðið kann fara fram í turrum umstøðum, tá tekjan verður tikin av, og møguligar rotnar sperrur verða umvældar.
Inni í kirkjuni verða eisini gjørdar serligar fyriskipanir fyri at minka um órógv. Allur bygningurin verður støvtryggjaður, so kirkjufólkið merkir sum minst til arbeiðið. Harumframt verða týdningarmiklir lutir sum orgulið og altartalvan væl vardir undir allari umvælingini.
Við hesum fyrireikingum verður tryggjað, at arbeiðið kann fremjast bæði trygt og við virðing fyri kirkjuni og teimum, sum nýta hana.
– Góðan Dýra biðjudag og vikuskifti, skrivar ArtiCon.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















