Per Martin: - Tað keðiligasta var at missa gubban

- Á miðnátt dámar mær best at verða saman við konuni og børnunum og harvið koma inn í nýggja árið saman við teimum, sigur Per Martin Gregersen

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? 

 

Tað er ikki endaliga avgjørt, hvar dagurin verður hildin. Eg eri so heppin, at bæði systir mín og svigerindan fylla 31. desember, so vit eru sum oftast saman við familjuni á degnum.

 

Soleiðis sigur Per Martin Gregersen.

 

- Hesi seinnu árini hava vit roynt at havt eitt felagstiltak í Norðragøtu, har fleiri og fleiri eru við til bál og felagssang við fýrverki.

 

Hann sigur, at hetta plagar at vera ein hugnalig løta.

 

- Á miðnátt dámar mær best at verða saman við konuni og børnunum og harvið koma inn í nýggja árið saman við teimum, sum hava mest at siga.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025? 

 

- Tað er ringt at velja nakað burturúr, men summarferian saman við konu og børnum í Italia í summar er eitt minnið sum liggur frammalaga.

 

Hann sigur, at nógvar góðar og stuttligar løtur hava eisini verið her heima á klettunum, og eitt nú hava synirnir og eg sjálvur fiskað heilt fitt av sjósílum. 

 

- Jólini, sum vórðu hildin á Gran Kanaria, eru eisini heilt góðar løtur saman við allari familjuni, sigur Per Martin Gregersen.

 

Og hvat var tað keðiligasta, sum hendi í 2025?

 

- Tað mundi vera at missa gubban, Niklas á Líðarenda, í summar, sum fór alt ov ungur. Hann hevði havt 70 ára føðingardag í desember. 

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- Eg vóni, at 2026 verður líka spennandi sum undanfarin ár. Arbeiðið fyllir nógv, men eg vóni at sleppa nakrar túrar í fjøllini við familjuni, helst við tjaldi og tráðu. 

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Nei, tað haldi eg meg sum oftast frá. Tó so, so fari eg at royna at renna fleiri kilometrar enn hetta seinasta árið, leggur Per Martin Gregersen aftrat.