Pólska loftverjan sendi jagaraflogfør á veingirnar, tá Russland framdi ógvuslig álop á Ukraina í gjár.
Loftverjan í Póllandi sigur, at flogførini vórðu send avstað fyri at tryggja pólskt loftrúm.
Umframt, at jagaraflogfør vera send avstað, vera eisini loftverjuskipanir og radaraskipanir í Póllandi gjørdar virknar.
Seinastu dagarnar hevur Russland sent fleiri hundrað dronur móti Ukraina um næturnar.
Síðan hava teir eisini sent dronur og rakettir eftir landinum gjøgnum dagin.
Í Ukraina verður sagt, at hetta er ein nýggjur russiskur taktikkur - helst fyri at treingja ígjøgnum ukrainsku loftverjuna.
Hetta veit www.tv2.no at siga í morgun.










