Støðan á hermótinum hin besta í 10 mánaðir

- Samanumtikið heldur hermótið, men støðan er kompliserað, sigur ukrainsk forsetin, Volodymyr Zelenskyj

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at støðan á hermótinum er hin besta í tíggju mánaðir.

 

Hann sigur, at ukrainski herurin hevur megnað at steðgað russiskum framtøkum undanfarna mánað.

 

- Ætlaðu framtøkini, sum russar løgdu til rættis fyri mars, eru steðgað av okkara vápnaðu deildum. Hetta er orsøkin til, at russar nú herða síni álop á landið annars, sigur ukrainski forsetin.

 

Forsetin upplýsir, at hann hevur boðið amerikansku samráðingarfólkunum til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, og hann leggur aftrat, at hann hevur fingið positiv tekin, sum svar upp á innbjóðingina.

 

- Samanumtikið heldur hermótið. Støðan er kompliserað, men hon er hin besta, sum hon hevur verið seinastu tíggju mánaðirnar, sigur Volodymyr Zelenskyj.