Sanníkt verða seks fólk í nýggja landsstýrinum

Tað er mest sannlíkt, at nýggja samgongan fer at hava fimm landsstýrisfólk umframt løgmann

Floksfomenn á veg til samraðingar: Aksel V. Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Beinir Johannesen

Samráðingarleiðarin Beinir Johannesen hevur ikki vilja sagt, at hann ætlan neyvt at fylgja tilmælinum frá nýskipanarnevndini um seks aðalráð í landsstýrinum. Tað Aksel V. Johannsen, løgmaður, í undanfarna valskeiðið, tá hann minkað aðalráðini úr níggju niður í seks 1. desember í fjør.

 

Tá varð sagt, at breið semja var í politisku skipanini um tað – altso út um tá sitandi samgongu.

 

Nýskipanarnevndini, sum skal koma við tilmælum um nýskiðpanir, kom við fyrsta tilmælinum, sum snúði seg um bygnaðarbroytingar í landsfyrisitingini, á heysti í fjør. Í tilmælinum stóð:

 

  • Nevndin mælir til at fara úr níggju aðalráðum niður í seks aðalráð.
  • Nevndin mælir til at broyta stýrisskipanarlógina, soleiðis at tað í mesta lagi kunnu vera seks aðalráð og at landsstýrisfólkatalið eigur at verða í mesta lagi 5 landsstýrisfólk umframt løgmann.

 

Nýskipanarnevndin vísti á, at miðað eigur at verða ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri effektivitet og eitt sterkari fakligt umhvørvi. Ov nógv aðalráð gera tvørgangandi arbeiði og samskipan truplari.

 

Tað hevði skapt meira stabilitet, um talið av aðalráðum bleiv fastlæst til seks aðalráð við politiskari semju.

 

– Tað er breið politisk semja um at fylgja tilmælinum frá nýskipanarnevndini um, at tað eiga at vera seks landsstýrisfólk og aðalráð í Føroyum, skrivaði Løgmansskrivstovan tá.

 

– Løgmaður ætlar tí at fylgja tilmælinum beinanvegin, men við smærri tillagingum í málsøkjabýtinum. Tað merkir, at nýggi bygnaðurin kemur í gildi 1. desembur 2025.

 

Tí vórðu trý landsstýrisfólk loyst úr starvi, Bjarni Kárason Petersen, Jóhan Christiansen og Djóni Nolsøe Joensen, sum tó kom í starvið aftur dagin eftir, tí at Súsanna Bertholdsen legði frá sær fyri at fara aftur í Løgtingið at tryggja, at fosturtøkulógin varð samtykt.

 

Tí hevur verið roknað við, at nýggja landsstýrið eisini fer at verða skipað við seks fólkum. Beinir Johannsen hevur tó sagt við in.fo, at tað er ikki vist, at tað akkurát verða seks fólk.

 

»Tað kunnu vera færri, og tað kunnu vera fleiri«, segði hann. Spurdur um tað kunnu vera níggju ella átta svaraði hann greitt nei.

 

Út frá tí kundu vit mett, at hann kanska ætlar at hava sjey landsstýrisfólk. Tað hevði so uttan iva merkt, at Fólkaflokkurin fær, trý, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa tvey landsstýrisfólk.

 

Mest sannlíkt er tó, at nýggja landsstýrið eisini fer at fylgja tilmælinum, sum nettupp varð varð gjørt fyri at landsstýrið skuldi vera ein fyrimynd og byrja við sær sjálvum.

 

Floksfomenn á veg til samraðingar: Aksel V. Johannesen, Bárður á Steig Nielsen og Beinir Johannesen