Poul Kallsberg var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Hillerød vann seg trygt víðari í donsku steypakappingini.
Á útivølli vann Hillerød stórsigur 4-0 á Avarta, ið spælir í Danmarksseriuni sum er fimta besta deildin í Danmark.
Tá 67 minuttir vóru leiktir stútaði Poul bóltin í netið til støðuna 3-0. Talan er um fyrsta málið í einum kappingardysti hetta kappingarárið.
Noah Kretzschmar hevði áðrenn tað bæði lagt Hillerød á odda, og hann økti eisini til 2-0.
Oliver Lauritsen staðfesti sigurin hjá Hillerød.
Komandi sunnudag klokkan 12 hevur Hillerød dyst á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Tá kemur Hobro á vitjan.











