Poul var sigursmálskjútti í føroyingauppgerðini

Trý føroyingalið fara at kappast í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Hillerød hjá Poul Kallsberg, Kolding hjá Meinhard E. Olsen og AC Horsens hjá Adrian R. Justinussen fara at kappast í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Liðið hjá Martini Agnarssyni, Aarhus Fremad endaði við svartaperi, og má kappast í niðara endaspælinum.

 

Poul Kallsberg var sigursmálskjútti, tá hann og liðfelagarnir í Hillerød á heimavølli vunnu 1-0 á Martini Agnarssyni og hansara liðfeløgum í Aarhus Fremad. 

 

Poul skoraði sigursmálið tíðliga í seinna hálvleiki.

 

AC Horsens tapti á heimavølli 0-4 (0-1) fyri Hvidovre. Tá Adrian kom á vøllin í 79. minutti var støðan 2-0.

 

Kolding uttan Meinhard vann á heimavølli 3-0 (2-0) á B93.

 

Hillerød er nummar trý í deildini við 37 stigum, og Kolding er nummar fimm við 33 stigum. AC Horsens er nummar seks við 30 stigum. Aarhus Fremad er nummar átta við 27 stigum.

 

Tann stóri skelkurin er, at gamla stórliðið, AaB ikki megnaði at vinna seg millum seks tey fremstu liðini, og tí gleppur ovara endaspælið hjá AaB.