Przybylski sendi NSÍ heilt upp á toppin

Í ringum líkindum hjálpti tað ikki, at Storm Pettersen minkaði um munin fyri HB

Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið NSÍ í kvøld hevði vitjan av HB. Sigurin ber við sær, at NSÍ í kvøld er topplið í Meistaradeildini. NSÍ er oddalið við 20 stigum. Tað eru tvey stig aftur til B36, sum seinnapartin í morgin fær vitjan av KÍ, sum er á triðja plássi við 16 stigum.

 

Stóri maðurin í Runavík í kvøld var Michal Przybylski. Higartil í ár hevur hann ikki verið fastur maður millum teir fyrstu ellivu. Í kvøld var Klæmint A. Olsen ikki tøkur, og so var Michal Przybylski – kanska sum eitt slag av neyðloysn – valdur at vera fremsti maður.

 

Og tað skal valdast, at Michal Przybylski tók av. Hann legði beinanvegin NSÍ á odda. Tað var eftir lítið sannførandi verjuavrik, tá ið HB ikki megnaði at fáa bóltin burtur, at Marius Kryger Lindh legði flatt innfyri úr høgru, og við nærra stólpa var Michal Przybylski á rætta stað í røttu løtu, tá ið hann við hælinum stýrdi bóltin inn við nærra stólpa.

 

Lotið var so mikið frískt, at tað órógvaði fótbóltsspælið. HB hevði lotið undan í fyrra hálvleiki, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað Storm Pettersen, sum varð leysur og javnaði, tá ið NSÍ miðverjin Daniel Obbekjær var óheppin og gleið á váta vøllinum.

 

Eftir steðgin hevði heimaliðið vindin undan. Brandur Hendriksson Olsen var týdningarmikil á sentrala miðvøllinum, og NSÍ yvirvágin var so mikið stór, at tað ikki kom óvart á, tá ið Michal Przybylski seks minuttir eftir steðgin varð tvífaldur málskjútti. Jann J. Benjaminsen legði við frísparki fram úr vinstru, og Michal Przybylski var merkiliga leysur, tá ið hann slapp at stýra bóltin inn við nærra stólpa.

 

HB spenti álopsbogan, og fram ímóti dystarenda vóru miðverjarnir Áki Johannesen og Mido Diop ofta frammarlaga. Men NSÍ miðverjan við Viljormi Davidsen, sum í fjør var HB liðformaður, á odda, helt tørn.

 

NSÍ fagnaðurin er stórur, meðan teir í reyða og svørtu leguni hanga við høvdinum. Hetta var fjórða ferðin á rað, at HB fer av vøllinum uttan at vinna. Úrtøkan fýra tær seinastu ferðirnar er stigið, sum HB fekk í 1-1 javnleikinum í Gundadali ímóti AB.

 

HB hevur 11 stig, og tað eru 9 stig fram til NSÍ, sum er topplið.

 

 

 

NSÍ – HB 2-1 (1-1)

 

1-0: Michal Przybylski

 

1-1: Storm Pettersen

 

2-1: Michal Przybylski

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

NSÍ: Tom Amos – Aleks Freyr Elisson,  Daniel Obbekjær, Viljormur Davidsen, Jann J. Benjaminsen – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Beinir Nolsøe – Marius Kryger Lindh, Michal Przybylski, Petur Knudsen

 

Venjari: Sigurður Ragnar Eyjólfsson

 

HB: Bjarti Vitalis Mørk – Mathias Voss, Áki Johannesen, Mido Diop, Ári Mohr Jónsson – Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy, Heðin Hansen, Dan í Soylu – Ebiye Moses, Storm Pettersen

 

Venjari: André Olsen