Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki høvdu í kvøld torføran útidyst í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist SJK í útidystinum móti KuPs at knógva javnleik 0-0, og sostatt fáa eitt stig við sær.
KuPs hevði bóltin 67 prosent av tíðini, og teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn SJK. Men Samuel og liðfelagarnir hóraðu undan.
Samuel var sambært Soccerstand besti maðurin á vøllinum. Sum tann einasti leikarin í dystinum fær hann karakterin 8,0 (av 10 møguligum). Eingin annar av hinum 21, ið byrjaðu dystin fingu meir enn 7,7.
SJK hevur seks stig fyri seks dystir, og teir eru tvey stig frá sætta plássinum, ið gevur rætt til at kappast í ovara endaspælinum aftaná lokið grundspæl.
Komandi týsdag klokkan 16 spælir SJK sekstandapartsfinalu í steypakappingini. Dysturin verður á útivølli móti PEPO, ið spælir í næstbestu deildini.











