Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) hevur sett úr gildi øll bann og avmarkingar fyri belarusisk ítróttarfólk og belarussisk ítróttarlið.
Hetta er sambært galdandi fyri kappingar, ið IOC reikar fyri. Hetta skrivar IOC í einum tíðindaskrivi.
Einsæris altjóða ítróttarsambondini, ið umboða tær ymisku ítróttargreinarnar kunnu tó sjálvi taka avgerð um Belarus sleppur at kappast undir egnum flaggi. Higartil hava tey ymisku ítróttarsambondini tó fylgt yvirskipaðu leiðreglunum hjá IOC.
Enn er avgerð ikki tikin um at seta úr gildi øll bann og avmarkingar fyri russisk ítróttarfólk.











