Puigdemont fær ikki amnesti í Spania

Hægstirættur í Spania noktaði í dag geva at katalanska loysingarleiðarnum, Carles Puigdemont, náði í Spania.

Carles Puigdemond saman við Magna Arge, táverandi fólkatingslimi, á veg inn til borgarstjóran í Havn, Anniku Olsen, eftir at hava vitjað løgtingsformannin, Páll á Reynatúgvu í Løgtinginum 17. oktober í 2018

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Avgerðin varð tikin ein mánað eftir, at tjóðartingið í Spania samtykti eina lóg, sum annars tryggjaði amnesti til loysingarfólk úr Katalonia.

Hetta gjørdi, at katalonskir ​​aktivistar og embætisfólk kundu venda heim aftur til Spania uttan at verða handtikin og skuldu rættarsøkjast fyri uppreistursroynd.

Í 2017 stóð Puigdemont á odda fyri royndini hjá Katalonia at loysa frá Spania.

Áðrenn hetta skipaði hann sum sjálvstýrisforseti fyri fólkaatkvøðu í Katalonia um loysing. Tað lýsti stjórnin sum brot á grundlógina.

/ritzau/

Carles Puigdemont hevði útlit fyri at kunna venda aftur til Spania, eftir at ein amnestilóg varð samtykt