Putin: Palestina skal gerast sjálvstøðugt ríki

Í gjár hittust russiski forsetin og leiðarin fyri palestinska sjálvstýri, Mahmoud Abbas

Putin hitti fyrr í dag palestinska leiðaran, Mahmoud Abbas, í forsetabústaðnum Novo-Ogarjovo, stutt uttanfyri Moskva. Mynd: TASS

– Vit halda, at til tess at fáa varandi, álítandi og støðufastan frið í økinum, so er neyðugt at seta á stovn eitt fullfíggjað palestinskt ríki

 

Tað segði russiski forsetin, Vladimir Putin, við Mahmoud Abbas í gjár, tá teir báðir hittust í Novo-Ogarjovo, bústaðnum hjá russiska forsetanum, nakað uttanfyri Moskva. 

 

Hann gjørdi eisini greiða sína "stóru sorg og stúran" um sivilu deyðsføllini í Gaza.

 

– Vit stúra mest av øllum um sivilu deyðsføllini, greiddi Putin frá sambært russiskum statsriknum sjónvarpi, og legði afturat: – Vit gera alt, vit eru ment, at stuðla Palestina og palestinska fólkinum.

 

Mahmoud Abbas, ið er leiðari fyri palestinska sjálvstýri, ið heldur til á Vestara áarbakka – og altso ikki Hamas, sum heldur til í Gaza – skuldi eftir ætlan vitja í Moskva í november í fjør, men útsetti vitjanina eftir at ógvusliga Hamas-fyriskipaða álopið á Ísrael tann 7. oktober í fjør elvdi til eina deyðiliga ísraelska innrás í Gazageiran.

 

Russland hevur varðveitt sítt samband við Ísrael, palestinska sjálvstýri og Hamas, sum Kreml ikki metir vera ein yvirgangsfelagsskap.

 

Í farna mánaða fordømdi Kreml "hvassliga" atsóknini, ið kravdi lívið á Ismail Haniyeh, politiska ovastanum í Hamas, í iranska høvuðsstaðnum Tehran.

 

Putin hevur í fleiri umførum víst á eitt sjálvstøðugt palestinskt ríki sum langtíðarloysn á ósemjuni millum Ísrael og Palestina.

 

Putin hitti fyrr í dag palestinska leiðaran, Mahmoud Abbas, í forsetabústaðnum Novo-Ogarjovo, stutt uttanfyri Moskva. Mynd: TASS