Putin: USA hevur sent áður bannaðar rakettir til Danmarkar

Sambært Putin hevur USA tikið uppaftur framleiðsluna av miðalrøkkandi rakettum og sett nakrar í Danmark.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, á fundi við sítt trygdarráð fríggjadagin. Hann ásannar, at USA hevur sett miðal røktandi rakettir í Danmark til hernaðarvenjingarnýtslu. - Mynd: Vyacheslav Prokofjev/Ritzau Scanpix

Sambært russiska forsetanum, Vladimir Putin, fer Russland at taka uppaftur framleiðsluna av stutt- og miðal røktandi rakettum.

 

Hann ásannar, at USA hevur tikið framleiðsluna uppaftur, og at amerikanarar nýliga hava sent miðalrøkkandi rakettir til Danmarkar. Her skulu tær sambært russiska forsetanum brúkast til hernaðarvenjingar.

 

Hann greiðir ikki nærri frá, hvaðani hann hevur fingið upplýsingarnar, ella hvussu og nær rakettirnar er komnar til Danmarkar.

 

Men tað krevur eitt russiskt svar, sigur hann.

 

- Tað mugu vit svara uppá og taka støðu til, hvat vit skulu gera víðari á hesum økinum. Tað sær út til, at vit noyðast at fara undir at framleiða hesar rakettskipanirnar, sigur Putin.

 

- Og so mugu vit út frá veruleikanum í verandi støðu taka avgerðir um, hvar vit skulu seta tær fyri at tryggja okkara verju.

 

Ritzau roynir í kvøld at fáa viðmerking frá verjumálaráðnum.

 

Putin sigur víðari, at USA eisini hevur sett hetta slagið av rakettum á Filipsoyggjunum.

 

Viðmerkingar hansara komu á fundi í russiska trygdarráðnum, sum varð vístur í russiska sjónvarpinum í dag.

 

Miðalrøkkandi rakettir hava eitt skotmál millum 500 og 5500 kilometrar. Tær eru førar fyri at bera kjarnorkustríðshøvd.

 

Rakettirnar vóru bannaðar sambært INF-sáttmálanum, sum varð undirskrivaður millum USA og táverandi Sovjetsamveldið í 1987.

 

Men bæði USA og Russland settu henda sáttmálan í bíðistøðu í 2019.

 

Tað hendi eftir at táverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, í 2018 boðaði frá, at hann fór at taka seg úr INF. Hann segði, at tað stavar frá, at Russland hevur brotið sáttmálan í longri tíð.

 

Tá ávaraði Putin um, at amerikanska frágongdin kundi elva til eina nýggja vápnakapping.

 

Fyrr í hesum mánaðinum tosaði russiski forsetin um møguliga at seta rakettir upp, sum kunnu røkka USA og Evropa.

 

Hetta kann henda, um amerikanarar og evropearar loyva Ukraina at røkka mál í Russlandi við langtrøkkandi vápnum, sum Ukraina hevur fingið úr vesturheiminum, sigur Putin.

 

/ritzau/Reuters

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, á fundi við sítt trygdarráð fríggjadagin. Hann ásannar, at USA hevur sett miðal røktandi rakettir í Danmark til hernaðarvenjingarnýtslu. - Mynd: Vyacheslav Prokofjev/Ritzau Scanpix