Radnicki hevur favorittleiklutin móti KÍ

Her eru oddsini upp á dystin Radnicki 1923-KÍ

Í kvøld klokkan 19 spælir KÍ fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Dysturin verður leiktur á útivølli í Serbia móti Radnicki 1923, ið bert eina ferð áður hevur roynt seg í evropeiskum fótbólti.

 

Radnicki er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Radnicki liggja millum 1,78 og 1,95.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,40 og 3,78.

 

Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 3,60 og 4,14.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##