Rakul Maria I. Johannesen vart ph.d. um CO₂-goymslu í føroyskum basalti

Rakul Maria hevur arbeitt við verkætlanini á Jarðfeingi og verið innskrivað við Institutt for geofag, Universitetet i Oslo.

Týsdagin 23. juni vardi Rakul Maria Ingunardóttir Johannesen sína ph.d.-ritgerð um CO₂-goymslu í føroyskum basalti. Verjan var við universitetið i Oslo, skrivar granskin.fo.

 

Ritgerðin ber heitið: ”CO₂ storage potential of flood basalts. A multiscale, structural reservoir study of the Faroe Island Basalt Group." Hon er sett saman av 3 greinum og einum samandrátti, kappa.

 

Í Noregi er siðvenja at halda ein undanfyrilestur sama dag, sum verjan er. Fyrrapartin helt Rakul tí ein fyrilestur við heitinum “From Pore Space to Province: A Global Perspective on the Scaling of Geologic Mineral Carbonation Systems”.

 

Sjálv verjan av ritgerðini var seinnapartin og gekk sera væl.

 

Rakul legðí fyri við at greiða frá um sítt arbeiði. Síðan vórðu tað metingarfólkini, sum viðmerktu og spurdu um ymsar tættir. Skoðsmálini vóru góð, ikki minst, so varð dentur lagdur á týdningin av, at arbeiðið heldur fram í nýggjari altjóða granskingar- og nýskapanarverkætlan.   

 

Rakul Maria hevur arbeitt við verkætlanini á Jarðfeingi og verið innskrivað við Institutt for geofag, Universitetet i Oslo.

 

Vegleiðarar

 

Olivier Galland, granskari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo

Jana Ólavsdóttir, granskari á Jarðfeingi

Hans Jørgen Kjøll, granskari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo

Sverre Planke, professari II á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo og VBER

Óluva Eidesgaard, granskari á Jarðfeingi

 

Metingarnevndin

 

Richard Walker, serfrøðingur, Oregon Department of Geology and Mineral Industries

Nina Skaarup, seniorgranskari, Afdeling for Geofysik og Sedimentære Bassiner, Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland (GEUS)

Anja Sundal, lektari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo.

 

Henrik H. Svensen, professari á Institutt for geofag, Universitetet i Oslo var formaður í nevndini og leiddi verjuna

 

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum

 

Á myndini er Rakul Maria I. Johannesen saman við vegleiðarum og metingarfólkum. (c) jardfeingi.fo

Sí meira á pure.fo

 

Lopfjøl til stóra altjóða verkætlan

 

Hendan ph.d.-verkætlanin, sum Jarðfeingi hevur staðið á odda fyri í samstarv við starvsfeløgum á Universitetinum í Oslo, hevur verið lopfjøl til eina altjóða verkætlan, kallað DecarbFaroe við 19 samstarvspørtum kring allan heim.

 

Endamálið er at kanna, um tað letur seg gera at brúka føroyska basaltið til trygga og varandi goymsla av CO₂. Eydnast verkætlanin, kann hon gerast vegvísari til, hvussu føroyska basaltið kann gerast ein umráðandi viðspælari til at gera smáar og bíligar CO₂-goymslur og á tann hátt ein týðandi liður í einari globalari loysn.

 

Millum føroysku luttakararnar eru umframt Jarðfeingi Bakkafrost/Førka, SEV og IRF. Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan eru eisini umboðað í ráðgevingarbólkinum.

 

Verkætlanin er fíggjað gjøgnum evropiska partalagið CETP og verður samskipað á Géosciences Montpellier í Fraklandi. Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er góðar 40 mió. kr. Granskingarráðið hevur stuðlað partin hjá Jarðfeingi við 900.000 kr. umvegis Horizon Europe samstarvið. Vinnumálaráðið hevur eisini stuðlað verkætlanini, skrivar gransking.fo, og har er samandráttur á enskum av verkætlanini eisini at síggja.