Rani skoraði sigursmálið í evstu løtu

1. DEILD: Víkingur er á veg um Suðuroyarfjørð við teprum 1-0 sigri ímóti TB

Rani Hansen skoraði sigursmálið hjá Víkingi við Stórá í Trongisvági í kvøld Mynd: Egin T. Kass/eyp.fo

Teir fegnaðust um sigurin, men teir gjørdu skjótt av, tá ið Rani Andrasson Skaalum bríkslaði fyri síðstu ferð við Stórá.

 

Teir næstbestu hjá Víkingi eru á veg umborð á Smyril við 1-0 sigri. Smyril loysir av Krambatanga klokkan 18.45.

 

Einasta málið skoraði Rani Hansen, tá ið klokkan var farin fýra minuttir útum vanligu leiktíðina. Tað var eftir sending frá  17 ára gamla Arnór Brandsson, sum fyri aðru ferð í ár var á liðnum hjá Víkingi í 1. deild. Í kvøld varð Arnór skiftur inn, tá ið tað restaði eitt stórt korter.

 

Hetta var sjeynda ferðin, at Rani Hansen skoraði í næstbestu deildini í ár.

 

Á liðnum hjá Víkingi vóru eitt nú Signar á Brúnni og Martin Klein Joensen, sum ofta hava verið á besta liðnum hjá Víkingi.

 

Nú tað er summarfrí, hevur Víkingur 29 stig fyri 16 dystir.

 

Hagtølini siga, at Víkingur var omaná. Víkingur vann seks hornaspørk, og TB vann eitt hornaspark.

 

Tá ið TB í 15. umfari var partur av 1-1 javnleiki á útivølli ímóti FC Hoyvík, noyddist Gilli Rólantsson Sørensen av vøllinum longu í 37. minutti. At Gilli ikki var við í kvøld, var saknur hjá TB. Á TB liðnum í kvøld vóru átta lokalir millum teir fyrstu ellivu. Umframt teir vóru málverjin Anders Tønnesen, Ndende Adama Guéye og Samudeen Musah.

 

TB er á fjórða plássi við 25 stigum.

 

Rani Hansen skoraði sigursmálið hjá Víkingi við Stórá í Trongisvági í kvøld Mynd: Egin T. Kass/eyp.fo