RÖKKVI – Jubileumskonsert
RÖKKVI, Bárður á Lakjuni, Jens Marni, Guðrun Sòlja, Rowan o.o
Tíggju ár eru liðin, síðani Røkkvi (Rógvi Odvørson) gav út sítt fyrsta verk – fløguna Where Is The Sun. Hetta var byrjanin til eina tónleikaliga ferð, sum hevur ført hann á pallar kring landið og út um landoddarnar, og givið honum eitt fast pláss í hjørtunum hjá áhoyrarunum.
Nú verður hendan ferðin hátíðarhildin við einari jubileumskonsert, har løgini frá Where Is The Sun - og eisini nýggjari løg - verða framførd á ein livandi hátt.
Áðrenn Røkkvi fer á pall, framførir Bárður á Lakjuni nøkur løg.
Á pallinum verður Røkkvi saman við nøkrum av okkara mest royndu og virðismettu tónleikarum – Hans Poulsen á klaveri, Josva Debes á trummum, Leivur Vitalis á bassi, Jóhan Hentze á horni og Aron Poulsen og Jón Mørkøre á gittarum.
Eisini fáa vit vitjan av nøkrum gestasangarum í serflokki: Guðrun Sólja Jacobsen, Jens Marni Hansen og Róin Siggertsson, umframt dóttir Rógva, Sara Björt Rógvadóttir á Lakjuni.
Hetta verður eitt kvøld, har vit leita aftur til Where Is The Sun – og fagna teimum tíggju árinunum, sum hava myndað Røkkva og hansara tónleik.
Røkkvi – 10 ára jubileumskonsert
Leyg. 28. Februar 2026 kl 20
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Atgongumerki.fo










