Ronaldo – ein stjørna og ein avbjóðing

EM24: Størsta avbjóðingin hjá Portugal, er at finna ein leiklut til 39 ára gamla Cristiano Ronaldo

Portugal er ein av favorittunum at koma langt í EM-endaspælinum. Vinnararnir av EM 2016 hava eina rúgvu av spælarum, sum spæla í toppinum í evropeiskum fótbólti. Størsta avbjóðingin er at finna ein leiklut til 39 ára gamla Cristiano Ronaldo, sum bæði hann og liðið kunnu liva við.

 

Navnframa heimsstjørnan hevði ongan hug at sita á beinkinum til HM-endaspælið í Katar og tað endaði eisini við orrustu millum hann og venjaran, Fernando Santos. Hetta verður sætta EM-endaspælið hjá Cristiano Ronaldo, sum eisini hevur metið fyri flest mál (14) og flest dystir (25) til EM-endaspølini.

 

Stjørnuspælarin er eisini Cristiano Ronaldo. Tað ber ikki til at koma uttanum 39 ára gamla Cristiano Ronaldo. Hann er ein ímynd av Portugal seinastu 20 árini. Hann hevur tænt fyri seg, men stóra avbjóðingin er at finna honum ein leiklut, sum bæði venjarin og hann eru nøgdir við.

 

Portugal er í fínum formi. Liðið var tað einasta, sum vann allar sínar dystir í undankappingini. Venjari er Roberto Martinez, sum kemur frá starvinum sum venjari hjá Belgia. Hesar uppgávurnar líkjast, tí Belgia hevur eisini havt ein gyltan árgang.

 

Trýstið á Portugal at vinna EM er ikki tað sama sum eftir sigurin til EM í 2016 í Fraklandi. Tá var trýstið kanska størri at fáa Cristiano Ronaldo og Portugal við í søguskrivingina til HM-endaspælið í Katar. Har endaði tað við tapi fyri Marokko.

 

Tað verða væntandi aðrir spælarar, sum mugu bera liðið hesaferð. Spælarar sum Bernardo Silva (Manchester City), Bruno Fernandes (Manchester United), Diogo Jota (Liverpool), Raphael Leão (AC Milan) og João Félix (FC Barcelona).

 

Liðið hevur ríkiligt av dygd, men tað tykist sum at huglagið hjá Cristiano Ronaldo verður minst líka týdningarmikið. Ætlar hann at trýsta seg á liðið, ella sita og gronast á beinkinum, so kann tað ávirka samanhaldið á liðnum.

 

Í besta føri vinnur Portugal EM og í ringasta føri verður tað til eina fjórðingsfinalu. Mest sannlíkt verður tað ein hálvfinala, har lond sum Frakland, Týskland ella Ongland fara at hava munin.

 

Tríggjar ferðir hava vit spælt móti Portugal. Ein venjingardyst í 2008, sum vit taptu 5-0, og tvey lemjandi tap í HM 2018 undankappingini. Vit taptu samanlagt 10-1. Føroyska málið skoraði Rógvi Baldvinsson.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Diogo Costa (Porto)

 

José Sá (Wolverhampton)

 

Rui Patrício (Roma)

 

Verjuspælarar:

 

António Silva (Benfica)

 

Danilo Pereira (PSG)

 

Diogo Dalot (Manchester United)

 

Gonçalo Inácio (Sporting Lissabon)

 

Joao Cancelo (Barcelona)

 

Nélson Semedo (Wolverhampton)

 

Nuno Mendes (PSG)

 

Pepe (Porto)

 

Rúben Dias (Manchester City)

 

Miðvallarar:

 

Bruno Fernandes (Manchester United)

 

Joao Neves (Benfica)

 

Joao Palhinha (Fulham)

 

Matheus Nunes (Manchester City)

 

Rúben Neves (Al-Hilal)

 

Vitinha (PSG)

 

Álop:

 

Bernardo Silva (Manchester City)

 

Cristiano Ronaldo (Al Nassr)

 

Diogo Jota (Liverpool)

 

Francisco Conceicao (Porto)

 

Goncalo Ramos (PSG)

 

Joao Félix (Barcelona)

 

Pedro Neto (Wolverhampton)

 

Rafael Leao (Milan)

 

Venjari: Roberto Martínez (Spanien)