Russiski aktivisturin Aleksej Navalny varð eitraður áðrenn hann doyði, vísa laboratoriukanningar, sambært einkju hansara, Juliu Navalnaju.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Aleksej Navalny doyði í februar 2024 í eini fongsulslegu í Sibiria.
Her skuldi hann sita tilsamans meira enn 30 ár í fongsli fyri millum annað ekstremismu og svik. Politisku stuðlar hansara meta dómin sum politiska forfylging.
Sambært russisku myndugleikunum doyði hann av natúrligum orsøkum, men Yulia Navalnaya og politisku viðhaldsfólkini hjá Navalny hava fleiri ferðir ført fram, at hann varð eitraður, áðrenn hann doyði.
Tað hava laboratoriukanningar nú - sambært Navalnaya - staðfest. Royndirnar vórðu gjørdar í Vesturheiminum, skrivar Reuters. Tað er ikki greitt, í hvørjum landi kanningarnar vórðu gjørdar.
/Ritzau/