Russiskur lærari dømdur 20 ára fongsul

Myndugleikarnir í Russlandi fara ikki fram við mýkindum, tá tað eru mál, ið kunnu skiljast sum stuðul til Ukraina.

Í dag veit norska kringvarpið -NRK - at siga, at ein russiskur lærari er dømdur í 20 ára fongsul.

 

Sagt verður, at lærarin er dømdur fyri landasvik, tí hann skal hava sent pengar til Ukraina.

 

Myndugleikarnir í Russlandi fara ikki fram við mýkindum, tá tað eru mál, ið kunnu skiljast sum stuðul til Ukraina.

 

Sambært NRK skal lærarin hava játtað seg sekan, men sigur seg hava verið tvungnan at játta partar av ákæruni.

 

Í greinastubbanum hjá NRK verður einki sagt um, hvør fekk pengarnar, sum lærarin skal hava sent til Ukraina.