Myndin er frá krígnum í Ukraina, men hevur einki samband við hendingarnar á Krim-hálvoynni í gjár at gera. Reuters veit at siga, at ukrainska álopið á Krim í gjár er ikki váttað av óheftum keldum.

Russland hóttir USA eftir álop á Krim-hálvoynna

- Álopið var barbariskt, og vit fara at gera vart við amerikansku uppíleggingina, siga russar sambært Reuters í dag.

Myndin er frá krígnum í Ukraina, men hevur einki samband við hendingarnar á Krim-hálvoynni í gjár at gera. Reuters veit at siga, at ukrainska álopið á Krim í gjár er ikki váttað av óheftum keldum.

Russland gevur nú USA skyldina fyri eitt álop á Krim-hálvoynna sunnudagin.

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga fyrrapartin.

Russar siga, at fýra fólk vórðu dripin í álopinum, harímillum tvey børn. 151 fólk fingu løstir.

Reuters veit at siga, at tíðindini um ukrainska álopið á Krim eru ikki váttað av óheftum keldum.

Russar siga, at ukrainski herurin brúkti rakettir í álopinum á Krim, sum USA hevur latíð landinum. 

- Álopið var barbariskt, og vit fara at gera vart við amerikansku uppíleggingina, siga russar sambært Reuters í dag.

Tað var í 2014, at Russland tók Krim-hálvoynna í Svartahavinum frá Ukraina.

Í stødd er Krim-hálvoyggin eitt vet minni enn Jútland, sum er umleið tveir triðingar av Danmark. 

Lesið eisini her - https://www.in.fo/news-detail/try-deyd-og-100-saerd-i-alopi-a-krim