Sámal Soll vann skrivikappingina við Løkin

Mánakvøldið vórðu vinnararnir av skrivikappingini í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu kunngjørdir

Sámal Soll vann fyrstu virðisløn og Lydia Didriksen vann aðru virðisløn. 

 

Bókasavnið við Løkin skipar fyri skrivikappingini, bókasavnið skrivar

 

- Vit fingu 49 stuttsøgur inn, og tað er ómetaliga gleðiligt at so nógv fólk skriva. Dómsnevndin valdi hesar báðar burturúr rúgvuni, og vit vóru so heppin at hoyra tær í gjárkvøldið. Stuttsøgurnar, saman við grundgevingunum hjá dómsnevndini fara at liggja á heimasíðuni lokin.fo